Andans gávur

Upplyftar hendur

Hetta er ein gamal bíbilskur framferðarháttur at lovprísa og tilbiðja við.

»Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur… « (1. Tim. 2,8).

»Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið Harranum!« (Sálm. 134,2).

Sangur í Andanum

Talað ella sungið kann verða í tungum við løgum, ið Heilagi Andin gevur.

»Tí um eg biði í tungum, biður víst andi mín, men vit mítt er uttan ávøkst. Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum« (1. Kor. 14,14-15).

Profetagávan

Tað profetíska orðið er ein boðskapur til tey trúgvandi, givið við beinleiðis kveikjan av Heilaga Andanum.

»Stevnið eftir kærleikanum! Tráið eftir hinum andaligu gávunum, helst eftir at profetera. .. Men tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst. Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna« (1. Kor. 14,1;3-4).

Tungutala og útlegging

Tungutala er eitt útvortis, persónligt tekin um, at ein er doyptur í Heilaga Andanum. Gávurnar tungutala og útlegging eru givnar til tess at uppbyggja øll tey trúgvandi, tá tey koma saman at tilbiðja Harran.

»Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tung-um« (Mark. 16,17).

»Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein ísenn, og ein útleggi tað!« (1. Kor. 14,27).

Kunnskaparorð og vísdómsorð

Kunnskaparorð eru ein opinbering frá andanum um viðurskifti, ein á vanligan hátt ikki kann hava kunnleika um. Við vísdómsorðum sigur Andin okkum, hvussu hesin kunnskapur skal nýtast.

»Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er. Soleiðis verður einum givin vísdómstala við Andanum, øðrum kunnskapartala — eftir sama Anda« (1. Kor. 12,7-8).

»Táið tey geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala« (Matt. 10,19).

Kraft Andans

Ein persónur kann ávíst tíðarbil í serligan mun vera undir máttmiklu kraft Heilaga Andans.

»Tá ið hann nú segði við teir: »Tað eri Eg,« fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar« (Jóhs. 18,6).

»Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði: “Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi” (Op. 1,17-18).

Gávur at grøða

Hesar gávur hevur Gud givið til tess, at sjúk skulu verða

grødd.

»Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey« (Matt. 15,30).

»Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki!« (Matt. 10,8).

Handaálegging

Handaáleggingin tænir eins og ein leiðing, sum náði Guds rennur ígjøgnum til tænastu fyri onnur.

»Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey… so legði hann hendurnar á tey og fór haðani« (Matt. 19,13 og 15).

»Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: Saul, bróðir! Harrin, Jesus… hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum. (Áp. 9,17).