Andans dópur

Dópurin í Heilaga Andanum

Hvat er dópur Heilaga Andans? Tað er máttmikla kraft Heilaga Andans, sum í trúgv verður tikin ímóti inn í lív hins trúgvandi. Tá vit verða doypt í Heilaga Andanum, verða vit ílatin kraft av hæddini við sama Anda, sum vit vórðu frelst við. Harvið verður persónmenska okkara loyst. Heilagi Andin, Troystarin, sum Jesus lovaði at senda, leiðir okkum í »allan sannleikan« og ger okkum før fyri at gera enntá »størri gerningar«, sum Jesus segði, at lærisveinar Hansara skuldu gera.

Dópurin í Heilaga Andanum er ein avleiðing av undrinum á hvítusunnudegi. Kvinnur um allan heim taka við hesi lívsbroytandi fylling Andans.

Ávísingar í skriftini

»Tá svaraði Jóhannes teimum øllum: »Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi« (Luk. 3,16).

(Jesus segði: »Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni… líka til enda jarðarinnar (Áp. 1,8).

»Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. Tá kom knappliga Ijóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu segfyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga« (Áp. 2,1-4).

»… kom Paulus til Efesus… Har hitti hann nakrar lærisveinar, og hann segði við teir: »Fingu tit Heilaga Andan, táið tit komu til trúgv?« »Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at Heilagi Andin er…«. Og tá Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu« (Ap. 19,1,2 og 6).