Aglow International í Føroyum

  • rss
  • Heim
  • Komandi møtir
  • Endamál
  • Bólkar
    • Havnin
    • Landsleiðslan
    • Norðoyggjar
    • Ráðgevarar
    • Sandoy
    • Suðuroy
    • Vágar
  • Mandat
  • Trúarlæra
    • Andans dópur
    • Andans gávur
    • Guds kærleiki
  • Myndasavn
  • Samband

Endamál

Endamálið við felagsskapinum Aglow International

Felagsskapurin Aglow International er ein tvørkirkjuligur, heimsumfatandi felagsskapur sum er í 172 londum.

Endamál okkara er:

  • at lovsyngja Gudi, at tilbiðja og dýrdargera Hann á øllum økjum í lívi okkara
  • at vinna sálir fyri Kristus, serliga tey, sum ilt er at náa við vanligari evangelisering
  • at luta evangelium Jesu Krists við trúgvandi um allan heim. Hetta umfatar bæði Jesus sum frelsara, sum Hann, ið doypir í Heilaga Andanum, Hann, sum loysir og grøðir
  • at virka fyri andaligum einleika millum trúgvandi
  • at fostra felagsskap millum kvinnur
  • at eggja hvørja einstaka kvinnu til at gerast virkin í hennara lokalu samkomu/kirkju
  • at hjálpa kvinnum at finna teirra ávísa leiklut og pláss samsvarandi skriftini

Felagsskapurin Aglow International er ein tvørkirkjuligur, heimsumfatandi felagsskapur.

Aglowmøti eru vanliga eina ferð um mánaðin, har allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Fyri at gera tað hugnaligt byrja vit við einum drekkamunni og onkrum góðum afturvið, hetta gevur ein góðan møguleika hjá kvinnunum at práta saman.

Tað, sum er áhugavert við Aglow, er, at kvinnur úr kirkjum, samkomum, og kvinnur, ið ikki hava nakað andaligt heim, kunnu vera saman um Guds Orð, hugna sær, stuðla og hjálpa hvørji aðrari. Aftan á drekkamunnin lovsyngja vit Harranum saman við lovsongsbólkinum. Hetta er ein sera gevandi løta.

Síðani verða antin vitnisburðar, har kvinnur greiða frá, hvat Harrin hevur gjørt í teirra lívi, ella verður undirvísing í Guds Orði.

At enda verður møguleiki at koma til forbøn, har ávísir forbiðjarar vegleiða og biðja fyri hesum kvinnum.

Í Føroyum eru í alt 6 Aglow-bólkar. Bólkar eru í: Norðoyggjum, Esyturoy, Vágum, Havn, Sandoy og Suðuroy. Yvir hesum bólkum er ein landsleiðsla við Elisabeth Joensen í Sørvági sum forkvinnu.

Comments are closed.

Arkiv

  • august 2010
  • mai 2010
  • januar 2010

Góð mið

  • Aglow í Íslandi
  • Aglow í Noreg
  • Aglow í Svøríki
  • Aglow International
  • Enskir Aglow bólkar

Umsiting

  • Rita inn
  • Post RSS
  • Viðmerkinga-RSS
  • WordPress.org

Síður

  • Heim
  • Komandi møtir
  • Endamál
  • Bólkar
  • Mandat
  • Trúarlæra
  • Myndasavn

Nýligir postar

  • Faldari um Aglow
  • Aglow 25 ár 2. dagur kvøld
  • Aglow 25 ár 2. dagur seinnapart
  • Aglow 25 ár 2. dagur morgun
  • Aglow 25 ár 1. dagur kvøld

Nýggjastu viðmerkingar

    © 2010 www.aglow.fo • e-mail: aglow@kallnet.fo