Gullkorn frá Aglow Sandoy

Viðhvørt hugsa vit bæði eitt og annað um okkum sjálvi. Tað stendur skriva, at mótstøðumaður okkara Djevulin, er komin at stjala, drepa og oyðuleggja! Stjala tín frið, køva tína gleðið, drepa tína vón.

Gud sigur; Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum, friðarætlanir ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

Tað er umráðandi at vit vita og trúgva hvat Gud í sínum orðið sigur um okkum. 2 korint 5:17 sigur: Um tí ein er í Kristusi, er hann nyggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt. Tú ert ein konga dóttur, dyrt keypt við Jesusar blóð! So rætta “krúnuna” í dag, lyft høvdið høgt og gang tíni framtíð ímót við einum smílið

Share

Sorry, comments are closed for this post.