Monthly Archives: januar 2016

Eitt orð til 2016

2016Eg kenni ein trúboðara úr Amerika, hon býr í Filipsoyggjunum, og eg virðismeti hana sera høgt. Hon er 30 ár, hevur fýra børn, eitt par av tvíburum, ein drong og so eina nýfødda gentu, og hóast tað er hon ein sera virkin trúboðari. Hon og maðurin eru eitt sera virkið trúboðarapar, bæði í Filipsoyggjunum, Bangladesj, Burma og aðrastaðni í Fjareystri.

So eg havi mangan hugt at, hvat eg kann læra frá henni. Og eg havi spurt, um hon ikki kann skriva eina bók, tí hon hevur so nógv at geva víðari. Á nýggjárinum gav hon mær so eitt lítið ráð. Les meira…