Monthly Archives: oktober 2015

Týdningarmikið Bønarevni Frá Jane Hansen Hoyt Leiðara Í Aglow International

israel-violenceÍ seinastuni er ófriðurin vaksin í Ísrael, vit hava hoyrt um yvirgangsatsókn, fólk eru stungin og onkuntíð kann man hugsa, at triðja intifada er á veg í Ísrael. Jødahatur er orsøk til trupulleikan. Hendan seinasta mánaðin við ófriði eru tíggjutals fólk særd ella deyð. Abbas segði herfyri, at hvør blóðsdropi, sum bleiv út oystur fyri Allah var signaður og vísti til jødar, sum nakrir, ið dálkaðu heilaga jørð við teirra skitnu fótum.

Latið okkum biðja móti slíkum harðræði og halda fram at biðja um frið í Jerusalem. Hesin ófriðurin má steðga!

 

Samstarvsdagur í Klaksvík

Herfyri skipaði nevndin í Aglow í Norðoyggjum fyri samstarvsdegi. Talan var um ein dag, har allar, sum hava uppgávur í Aglow í Norðoyggjum komu saman og uppmuntraðu hvør aðra. Kvinnurnar høvdu frammanundan degnum fingið vakra innbjóðing til dagin, har døgurði, kunning og annað var á skránni. Landsleiðslan, nevndin, vertinnur, køkshold og lovsangarar luttóku. Tað var… Les meira…