Monthly Archives: mai 2015

Bókaummæli – Mama Heidi

Heiti: Mama Heidi – Afrikas moder Teresamama-heidi_279725
Rithøvundur: Henri Nissen
Síðutal: 152 síður 

Innihald: Rithøvundurin, Henri Nissen, hevur verið á vitjan hjá Iris Ministries í Mosambique fyri at koma nærri upp á Heidi Baker. Hann hevur samrøðu við Heidi og mannin Roland. Hann eygleiðir eisini tey bæði og tænastuna.
Heidi hevur eina áhugaverda søgu, um hvussu hon møtti Jesusi, hvussu hon bleiv kallað og hvussu hon nú livir í tænastu fyri Jesus.
Hvat hevur rithøvundurin upp á hjartað? Við at hava samrøðu við Roland eisini, vísir rithøvundurin eisini, at vit eru ymisk og uppliva tingini ymiskt, men at Gud er hin sami. 
Heidi Baker verður ikki gjørd til nakað sum vit skulu dyrka, men heldur verður hon sett sum fyrimynd og til íblástur í bókini.
Tað er eins og man sær ítøkiligt Guds kall til mannaættina gjøgnum lívið hjá Heidi.