Monthly Archives: november 2014

Aglow Føroyar – 30 ára hald

foto 1Í 2015 eru 30 ár liðin, síðani Aglow International byrjaði í Føroyum. Í hesum sambandi skipar landsleiðslan í Aglow fyri 30 ára haldi í Kelduni í Skálafirði. Haldið verður 24. og 25. apríl.

Byrja verður fríggjakvøldið við møti kl.19, eftir møtið verður ein løtt máltíð og kaffi og smákøkur.

Leygarmorgunin byrjar haldið kl.9.30 og heldur fram til kl.12, tá ið døgurði, kaffi og omaná eru at fáa.

Kl.13.30 er aftur møti, og kaffisteðgur er kl.15-15.30. kl.15.30 byrjar seinasta møti, har møguleiki eisini er fyri forbøn.

Les meira…