Monthly Archives: september 2014

Anette Holt Larsen vitjar í Føroyum

foto

Í døgunum 26. og 27. sept. fáa vit vitjan av Anette Holt Larsen.

Vit kenna Anette Holt Larsen frá Aglow í Danmark, og hevur hon eisini vitjað í Føroyum fleri ferðir áður. Anette er góður og hugtakandi undirvísari. Hon hevur eina gávu til at leggja orðið út, so at áhoyrarin fær eina størri fatan av Guds orði. Hon er eisini upptikin av, at Guds kraft verður staðfest  í samband við, at orðið verður boðað, so vit síggja fram til dagarnar saman við henni.

Vit hava fyrr notið gott av undirvísinini hjá Anette Holt Larsen, og tit sum hava verið við til undirvísingar við henni, kunnu við vissu eisini taka undir við hesum.

Í samband við vitjanina verður ein Aglowdagur fyri allar kvinnur í Frelsunarherinum í Havn leygardagin 27. september frá kl 10:00 til uml. kl 16:00

Evnið verður: “Lær at nýta andans gávur”.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til dagin, tí tit fara sjálvar at finna tykum onkrastaðni at eta døgurða. Dagurin kostar 100 kr pr. pers. íroknað kaffi og køku.

Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna at tit møta fjølmentar.