31. mai – 11. juni 2012 v/Elisabeth Syré
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.
Hósdagin, 31. mai: Gista á hotel í Jerusalem.
Fríggjadagin, 01. juni: Gongutúr í gamla Jerusalem og sabbath møti.
Leygardagin, 02. juni: Gista 3 nætur í Nazareth. Vitja Ein Gedi, Qumran, deyðahavið, Jeriko og onnur støð.
Sunnudagin, 03. juni: Hermon fjallið, markið við Libanon og onnur støð.
Mánadagin, 04. juni: Vitja kirkjur í Nazareth, marknað, synagogu, geitaosta garð og Kána.
Týsdagin, 05. juni: Gista 2 nætur á www.eingev.com. Siglitúr á vatninum og annað.
Mikudagin, 06. juni: Vitja Tabgha, Dalmanutha, Kapernaum og onnur spennandi støð.
Hósdagin, 07. juni: Gista 2 nætur í Haifa. Farið verður til Yardenit, Megiddo og onnur støð.
Fríggjadagin, 08. juni: Vitja millum annað eina Messianska samkomu í Porya Illit “Tents of Mercy” við Terry & Eric Morey, ið eru messianskir leiðarir í Ísrael.
Leygardagin, 09. juni: Farið verður aftur til Jerusalem, har vit gista 2 tær seinastu næturnar. Vitja Betlehem og onnur støð.
Sunnudagin 10. juni: Gongutúrur á Via Dolorosa, vitja Ecce Homo, Golgatha, og onnur støð.
Mánadagin 11. Juni: Heimferð.
- Fráferð úr Vágum 30. mai
- Fráferð úr Kastrup 31. mai
- Fráferð úr Tel Aviv 11. juni
- Heimferð úr Kastrup 12. juni
Alt fyrigongur seg á enskum, men Sanna Smidt Hammer umsetur til føroyskt. Elisabeth Hvítklett Joensen leiður túrin.
Ferðin kostar umleið 15.000 kr pr. persón í dupultkamarið við hálvpensión, bussferðum og atgongugjøldum. Gisting í Keypmannahavn og ferðatrygging er ikki íroknað.
Meiri fæst at vita um túrin við at venda sær til Elisabeth Hvítklett Joensen á:
- Tel: 53 20 36
- Teldupostur: Elisabeth@hvitklett.fo
Seinasta freist at melda seg til, er tann 15 februar 2012.

Sorry, comments are closed for this post.