Aglow fyri ungar gentur

 Tað var eitt Aglow, sum var um at vera brúður Guds. Tá man kom inn á Soli Deo Gloria, var tað fyrsta man sá ein gina, sum stóð á senuni í brúðarkjóla og runt um senuna var hvítt tyll.
Á borðinum var hvítur dúkur og á hvørjum tallerki lá ein hvítur høghælaður skógvur, gjørdur úr pappíri, á skónum stóð eit ørindi úr bíbliuni.
Signa, Hallgerð, Lilja og Marianna høvdu gjørt heilsanirnar.
Jónfríða leiddi møtið og Signa leiddi lovsangin. Tað var ein sera góður lovsangur. Hallgerð hevði eina mergjaða talu. Fyrst greiddi hon frá, um hvussu brúdleyp gingu fyri seg í Jesu tíð, um hvussu alt gekk fyri seg áðrenn tað var avgjørt, hvør fekk hvønn og so síðan um, hvussu brúðurin mátti vera klár alla tíð, tí hon visti ikki nær brúðgómurin kom. Síðani samanbar hon tað við okkum, at vit altíð mugu vera klár, tí vit vita ikki, nær Jesus kemur at heinta okkum heim. Tað var ein góð tala, sum vísti væl á, at vit eru brúður Krist og at vit mugu vera klár tá Jesus kemur.
Sum Hallgerð segði: ” Far ongastaðni, sum tú ikki vilt vera, tá Jesus kemur aftur, sig onki, sum tú ikki vilt siga, tá ið Jesus kemur aftur, ger onki, sum tú ikki vilt gera, tá ið Jesus kemur aftur.

Sorry, comments are closed for this post.