Aglow International í Føroyum

  • rss
  • Heim
  • Komandi møtir
  • Endamál
  • Bólkar
    • Havnin
    • Landsleiðslan
    • Norðoyggjar
    • Ráðgevarar
    • Sandoy
    • Suðuroy
    • Vágar
  • Mandat
  • Trúarlæra
    • Andans dópur
    • Andans gávur
    • Guds kærleiki
  • Myndasavn
  • Samband

Profetiskur boðskapur frá Curtis Douglass

5. mai 2010

Eg havi biðið fyri Føroyum og vil fegin deila við tykkum, tað eg havi fingið frá Harranum. Vitið um tað samsvarar við tað, tit hava fingið.

Føroyar
Sjálvt um tær eru ein lítil prikkur í havinum, eru tær av stórum týdningi. (Í tí náttúrliga veit eg, at oyggjarnar vóru eitt útsiktspunkt hjá Bretlandi undir 2. heimsbardaga).
Tær eru eitt lykla punkt. Eitt stað, sum fostrar tænastur – meiri nágreiniliga síggjarar og vaktarar. Eg síggi, at tað er eitt handan tjaldið portur til himmalin.

Eg sá eina sjón av eini madrassu, og tað vóru nógv menniskju, sum goymdu seg undir henni. Eg merkti at tey royndu at verja seg fyri einum ódnarveðri, men har var eingin veruligur vandi fyri ódn. Soleiðis, sum eg skilti tað, vóru tey ikki klár yvir tann myndugleika, tey hava í Kristusi. Fíggindin vil halda hesa vitan burtur frá teimum, tí tey eru kallaði til at vera síggjarar og vaktarar, sum skulu síggja álop fíggindans á Kristi likam.

Nógv hava goymt seg av ótta fyri at verða missskilt. Gávan tey hava verður ikki skilt – sjálvt ikki av teimum sjálvum. Tey hava brúk fyri at fata.

Eg hoyri »Fái fatan«.

Orðtøkini 4
Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap! Tí góðan lærdóm gevi eg tykkum; sleppið ikki tí, ið eg læri tykkum! …Keyp vísdóm, keyp vit, gloym ikki og vík ikki frá orðum muns míns! …Upphav vísdóms er: Keyp vísdóm, ja, keyp vit fyri alt, ið tú eigur!

Tað eru menniskju sum hungra. Tey eru so klár til at fáa frískt manna, so klár til broyting, so klár til sannleika, so klár til at fara burtur frá gomlum hættum, sum ikki virka. Hesi eru menniskju, sum eru klár til eina nýggja bylgju av Anda Mínum, sigur Harrin. Ein nýggj alda kemur, annaðleiðis enn nøkur onnur tey áður hava sæð. Og hon fer at lyfta tey upp á hæddir, tey bert hava droymt um. Og tey fara at ríða alduna og kunngerða evangelii um alt Europa.

Bólkar
óbólka

« Myndir Aglow 25 ár 1. dagur kvøld »

Comments are closed.

Arkiv

  • august 2010
  • mai 2010
  • januar 2010

Góð mið

  • Aglow í Íslandi
  • Aglow í Noreg
  • Aglow í Svøríki
  • Aglow International
  • Enskir Aglow bólkar

Umsiting

  • Rita inn
  • Post RSS
  • Viðmerkinga-RSS
  • WordPress.org

Síður

  • Heim
  • Komandi møtir
  • Endamál
  • Bólkar
  • Mandat
  • Trúarlæra
  • Myndasavn

Nýligir postar

  • Faldari um Aglow
  • Aglow 25 ár 2. dagur kvøld
  • Aglow 25 ár 2. dagur seinnapart
  • Aglow 25 ár 2. dagur morgun
  • Aglow 25 ár 1. dagur kvøld

Nýggjastu viðmerkingar

    © 2010 www.aglow.fo • e-mail: aglow@kallnet.fo